You are here:HomeSong LyricsKumpulan Lagu Natal (Christmas Lyrics)"Gleðilig jól! Gleðilig jól!" (FAROESE)

"Gleðilig jól! Gleðilig jól!" (FAROESE)

"Gleðilig jól! Gleðilig jól!" (FAROESE)
LYRICS BY: Fr. Petersen 1891 (Faroese Hymnbook)

"Gleðilig jól! Gleðilig jól!"
ljóðar av himli einglalag.
"Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
"Jesus er føddur í dag,
Jesus er føddur í dag."

Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
veri um ævi tær dýrd,
veri um ævi tær dýrd.

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
fyri gleðilig jól,
fyri gleðilig jól.

Read 142 times

Recently Added Christian Song

Popular Christian Song